TB var omaná, tá ið LÍF vitjaði á Sevmýri í dag. Tvey mál komu í seinna hálvleiki, og heimaliðið skoraði bæði málini.
Leirvíkingar høvdu annars munin í fyrra hálvleiki, men teir fingu einki mál. Í seinna hálvleiki kom TB meira fyri seg, og teir skoraðu tvey mál tíðliga í seinna hálvleiki. Olivur Abrahamsen skoraði til 10 í 51. minutti, og Kaj Roest økti til 2-0 í 60. minutti.
Eftir hetta fór TB eitt sindur aftur á vøllin at verja leiðsluna, og leirvíkingar trýstu meira. Fleiri mál komu tó ikki í dystinum. Á stigatalvuni tók TB seg fram um LÍF, men hvørki av liðunum liggur til at flyta upp í bestu deildina.