TB vann í Klaksvík

3-2 TB sigurin í Klaksvík í dag var tann sjeyndi av sjey møguligum

Eftir vitjan hjá teimum næstbestu í Klaksvík í dag eru tvøramenn á veg suður aftur við 3-2 sigri. Heta var sjeynda umfar í 1. deild, og TB hevur framvegis fult stigatal. Sigursmálið skoraði Ragnar Tausen eftir hornasparksinnlegg og fríspæling frá Óla Johannesen. Tíðliga í 2. hálvleiki hevði Lindi Gardar javnað til 2-2, og ta løtuna var tað fleiri aðrar ferðir um reppið, at KÍ skoraði.

 Tíðliga í fyrra hálvleiki skoraði Jákup Pauli Ziskason til 1-0 eftir innlegg frá Álvi F. Christiansen. Rógvi Joensen javnaði við langskoti, og undan steðginum var tað innskifti Jonhard Ferjá, sum við langskoti syrgdi fyri hálvleiksstøðuni 2-1 til TB.

Meðan TB nú hevur 21 stig, so hevur KÍ úrtøkan verið soltin. Stigatalvan sigur 4 stig. Dysturin í dag var tann triði, at KÍ tapti við einum máli.

 

 

mynd: tb.fo: Ragnar Tausen skoraði sigursmálið, tá ið TB í dag vann 3-2 ímóti næstbesta KÍ liðnum