TB vann greitt Bónusfinaluna fyri dreingir 12


TB-ÍF 2-0 (25-17, 25-14)

U12 dreingirnir hjá TB vunnu gull í finaluni í Bónuskappingini .

Tvørádreingir vóru ein ov stórur biti fyri fuglfirðingar í dag, tá finalan í Bónuskappingini fyri dreingir 12 var á skránni. TB vann ein greiðan 2-0 sigur á ÍF og eru teir sostatt steypavinnara av Bónuskappingini 2024.

Dagsins leikari í dystinum gjørdist Allan Christiansson frá TB