TB vann fyri triðju ferð

1. DEILD: TB málskjúttarnir í Sørvági í dag vóru Wilcox úr USA og Blåholm úr Danmark

Fyri triðju ferð í ár fór TB í dag av vøllinum við fullari úrtøku. Í dag var TB í Sørvági, har tað eydnaðist at vinna 2-1 ímóti teimum næstbestu hjá 07 Vestur. TB hevur fyrr í ár vunnið 2-0 á heimavølli ímóti B36 og 2-0 á útivølli ímóti Undrið FF. Og so hevur TB tapt á heimavlli ímóti ÍF og á útivølli ímóti NSÍ.

 

Í dag skoraði TB bæði málini beinanvegin. Longu í fjórða minutti setti James Wilcox bóltin í málið. Hetta er fyrsta málið hjá 24 ára gamla amerikanska spælaranum, síðani hann tíðliga í ár fór at spæla við TB. Og fimm minuttir seinni økti TB um leiðsluna til 2-0. Tá var tað Mikkel Blåholm, sum skoraði. 23 ára gamli danski álopsspælarin letur til av álvara at hava máltev. Hann hevur verið við í øllum fimm dystunum hjá TB, og nú hevur hann skorað í fýra dystum.

 

Hóast 07 Vestur minkaði um munin, so varð tað ongantíð spenningur um úrslitið, tí Jonn Rói Tórfinsson, sum varð innskiftur í 89. minutti, minkaði um munin í síðstu løtu. Hetta var fyrsta málið yvirhøvur í næstbestu deildini hjá 21 ára gamla Jonn Róa Tórfinsson.

 

07 Vestur, sum framvegis einki stig hevur vunnið, skal í sætta umfari, sum verður annan leygardag, spæla á útivølli ímóti Undrið FF. TB er eftir fimm umfør á triðja plássi við níggju stigum. TB fer í sætta umfari at spæla á útivølli ímóti Víkingi.