TB verður í Effo-deildini í 2015. Tað hevur leingi verið mest sum greitt, og í kvøld varð tað staðfest. TB helt frí, men annað av hinum báðum liðunum, sum kappast fyri at flyta upp, tapti í kvøld, og harvið ber tað ikki 07Vestur til at røkka TB.
Næstbesta liðið hjá HB var í Sandavági, har fyrsti dysturin í 20. umfari í næstbestu deildini var á skránni. 07Vestur er við í stríðnum, og var harvið favorittur ímóti HB, sum undan hesum dystinum var niðast á støðutalvuni.
Úrslitið var, at HB vann 2-1. Sigursmálið skoraði Poul Ingason, sum er uppvaksin í TB, og sum í fjør var á besta TB liðnum. Síðstu lítlu løtuna var HB undirmannað, tí Heri H. Mohr varð vístur av vølli, eftir at hann hevði sæð gult í 87. og aftur 88. minutti, tá ið hann eisini sá reytt. Fýra HB spælarar og tveir av heimamonnunum sóu gula kortið í kvøld.
Torstein Mýlingstind legði 07Vestur framum í 19. minutti, og tveir minuttir undan steðginum javnaði Teit Jacobsen.
Síðani summarsteðgin er tað Símun Rógvi Hansen, sum áður hevur vart málið í bestu delldini hjá AB, HB og B71, sum stendur millum stólparnar hjá HB, og onkrir aðrir, sum eru heima í summarfrí, hjálpa væl til.
Úrslitið í kvøld ber við sær, at HB nú er triði aftast við 16 stigum, at KÍ er næstaftast við 15 stigum, og at EB/Streymur er aftast við 13 stigum. KÍ fær leygardagin vitjan av NSÍ, og EB/Streymur fær vitjan av Víkingi.
Í toppinum hava 07Vestur og FC Suðuroy 33 stig. FC Suðuroy hevur leygardagin møguleika á útivølli ímóti AB at leggja trý stig framum 07Vestur.
TB steðgurin í næstbestu deildina verður bara eitt ár í hesum umfarinum. Uppflutta TB fer leygardagin saman við viðhaldsfólkunum at fagna uppflytingini, tá ið B36 fer at vitja við Stórá.