TB-útvarparin á Hvonn

Leygarkvøldið sendir Rás2 aftur Hvonn Live. Hetta er live-sending, sum verður send av Hvonn í Havn. Gestir hesaferð verða millum annað Rikke Nielsen, fyrrverandi danskur landsliðsspælari í hondbólti, Jógvan Skorheim, komandi borgarstjóri í Klaksvík, og Niels Petersen, landskendi útvarparin á TB-rásini. Eisini verður live-tónleikur við Lív Næs.


Hvonn Live

Rás2

Leygarkvøldið 17/11 kl. 20.00