1. deild: 4-1 á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ ber við sær, at TB nú er á heiðursmerkjaplássi. TB hevur í dag við 4-1 sigri á grasvøllinum í Hvalba lyft seg upp á heiðursmerkjapláss. Støðan í hálvleikinum var 3-0.
Miðverjin Dimitrije Jankovic setti hol á longu í 2. minutti, og sjey minuttir seinni var tað miðvallarin Bárður Dimon, sum økti um leiðsluna. Teitur Justinussen skoraði til 3-0 í 33. minutti.
Eitt korter eftir steðgin minkaði Andrias á Líknagøtu um munin, tá ið hann sendi bóltin framvið Ivan Stojkovic, og eitt korter undan leikloki staðfesti Martin Tausen trygga heimasigurin, tá ið hann sendi bóltin framvið Pæturi Høj í NSÍ málinum.
TB hevur 17 stig, og NSÍ hevur 15 stig.