Meðan Vodafonedeildin hvíldi seg hetta vikuskiftið, tí landsdystir vóru á skránni ? bæði a-landsliðið og u-21 landsliðið - so varð spælt í næstbestu deildini.
Ásetingarnar siga, at teir, sum eru 21 ár og yngri, kunnu spæla bæði við í Vodafonedeildini og 1. deild, um dystirnir ikki eru sama dag. Tá ið besta deildin helt frí, var tað gamaní hjá ungum monnum at hjálpa til á næstbesta liðnum.
Hetta sást eitt nú á Toftum, har TB vitjaði sera væl mannað B68 lið. Úrslitið var 1-1, og heimamenninir kendu seg ikki hava fingið tað burturúr, sum spæl og møguleikar høvdu verið til.
Úrslitið ber við sær, at B68 framvegis eigur fyrsta sigurin á, og at TB misti týdningarmikið fet í toppstríðnum. Vitjanirnar hjá tvøramonnum á Skálafjørðinum hesar seinastu vikurnar hava verið kostnaðarmiklar. Fyrst tapti TB í Runavík, og í dag megnaðu teir bara eitt stig á Toftum.
KÍ, sum var darvað av trimum leikbannum, vitjaði í Leirvík, og tað stóð nógv á klaksvíkingum, sum á Summarfestivalinum taptu 4-2 ímóti Víkingi. Hesa ferð eydnaðist tað at vinna, men tað leyp einki av: Vanliga leiktíðin var gott og væl farin, tá ið dómarin bríkslaði fyri brotssparki til KÍ, og tað umsetti liðformaðurin, Jógvan Isaksen, til mál og harvið 2-1 sigur. Í meiri enn ein tíma var Víkingur undirmannaður, tí Hans Jørgen Djurhuus longu í 24. minutti sá reyða kortið.
Úrslitið ber við sær, at KÍ er oddalið í 1. deild ? í hvussu so er inntil mánakvøldið, tá ið 07 Vestur eigur heimavøll ímóti EB/Streymi.
FC Hoyvík hevði knívin á barkanum, tá ið AB vitjaði í Gundadali. Tað eydnaðist FC Hoyvík at vinna 3-0, og harvið er bjargingarsessurin bara trý stig burtur hjá hoyvíkingum.
Við 2-1 heimasigri á HB lyfti NSÍ seg burtur frá hóttanini av niðurflyting.
Úrslit
NSÍ-HB 2-1 (1-1)
1-0: Jann Martin Mortensen 4.
1-1: Páll Holm Jacobsen 22.
2-1: Árni Frederiksberg 51.
FC Hoyvík-AB 3-0 (0-0)
1-0: Jón Brekku br 61.
2-0: Ken Nónklett 87.
3-0: Tony Rasmussen 90.
B68-TB 1-1 (0-1)
0-1: Jón Magnusarson 13.
1-1: Jónleif Højgaard 48.
Víkingur-KÍ 1-2 (0-1)
0-1: Álvur F. Christiansen 22.
1-1: Bárður Hansen br 77.
1-2: Jógvan Isaksen br 90.
Reytt kort: Hans Jørgen Djurhuus, Víkingur, 24.
Mánakvøldið
07 Vestur-EB/Streymur
Støðan
KÍ 40
07 Vestur 39
TB 39
HB 33
EB/Streymur 32
NSÍ 25
Víkingur 25
AB 23
FC Hoyvík 20
B68 3
07 Vestur og EB/Streymur hava spælt 19 dystir, TB og HB hava spælt 21 dystir, og hini liðini hava spælt 20 dystir
11. september
TB-AB
FC Hoyvík-KÍ
HB-EB/Streymur
07 Vestur-NSÍ
Víkingur-B68