Lat tað vera sagt beinanvegin. Fyri fótbóltsføroyar er tað ein missur, um aldursforsetin flytur niður aftur í næstbestu deildina við kappingarársenda. TB er eitt frískt lot á føroyska fótbóltspallinum. Eitt lið mannað við legendum sum Óla Johannesen, kempum sum Dmitrije Jankovic, stríðsmonnum sum Dan Mortensen, talentum sum Gilla Sørensen og bóltsnillingum sum Bojan Timic. Hesir hava saman við liðfeløgunum givið mongum liði skarpan gang.
Eisini í aðrar mátar hevur TB verið við at sett sín dám á ársins útgávu av Effodeildini. Herligi og hittinorðaði Niels Petersen hevur sett nýggjar (og øðrvísi) standardir innanfyri útvarping av fótbóltsdystum í Føroyum, og tað sama kann sigast um fjepparafelagið Einherji. Hesin síðstnevndi bólkur var fyri ógvuliga hvassum atfinningum á heimasíðuni hjá B36, eftir at meistararnir høvdu vitjað har farna vikuskifti, tí Einherji gjørdi líka so nógv burtur úr at rópa eftir B36-leikarunum, og fólki, ið annars hevði tey minstu sambond við felagið. Slíkt skal sjálvandi ikki koma fyri, at tað til dømis verður rópt og sungið um unnustur hjá leikarunum á mótstøðuliðnum. Men líkt er til, at Einherji hevur tikið atfinningarnar til sín, tí skipaði fjepparabólkurin hjá TB var fyrimyndarligur við Margáir. Hesi róptu, sungu og stuðlaðu sínum monnum dystin á tamb, og bindiklubbakonurnar – ella bakkakórið, sum onkur kallar tað – var ongantíð at hoyra.
Tvær perlur
Farna vikuskiftið vitjaði hitt uppflytaraliðið, FC Suðuroy, við Margáir í Streymnesi. Tann dysturin endaði eisini 3-2, og úrslitið og málini fullu líka í dystunum báðum. Bojan Timic legði TB á odda við einari frísparksperlu, tá hálvur tími var spældur. Nakað inn í seinna hálvleik megnar EB/Streymur so at javna. Levi Hanssen gerst leysur í vinstru og frá baklinjuni finnur hann Leif Niclasen heilt undir málinum, og norðskálamaðurin skorar trygt. Nú hildu tey flestu, at EB/Streymur fór at seta seg á dystin, men TB fór eftir øllum og legði seg aftur á odda, bara fimm minuttir eftir at EB/Streymur hevði javnað. Í samband við deyðbólt var vælvaksni miðverjin Dmitrije Jankovic sendur framvið. Tað var eisini hann, sum longdi innleggið til Ragnar Tausen við handaru stong. Hesin fekk ikki reiðiligt skot á, men bólturin endaði fyri føturnar á Dmitrije, sum staddur í fimm-metrinum ikki hevði trupulleikar við at beina bóltin í netið.
Men eins og farna vikuskiftið kom EB/Streymur aftur í aftur. Útjavnandi málið stútaði innskifti Arnbjørn Hansen í netið, eftir frálíkt innlegg frá Paula G. Hansen. Og fimm minuttir fyri leiklok kom so tað, ið størsti, men mest spakmælti parturin av fjøldini við Margáir bíðaði eftir, tá Hans Pauli Samuelsen við einum dreymaskotið sendir bóltin í netið við handaru stong, eftir at Leif Niclasen lat honum bóltin. Ein perla av einum máli.
TB vantar neyvleikan
Hóast EB/Streymur skoraði eitt mál meiri enn TB, og harvið vann dystin og tey trý stigini, so sást tað á ongan hátt, at talan var um topp í móti botni í bestu føroysku fótbóltsdeildini.
– Innskiftingarnar av Arnbjørn Hansen og Hans Paula Samuelsen broyttu dystin, helt TB-útvarparin, Niels Petersen fyri á Rás2 eftir dystin. Ein beinrakin eygleiðing, tí áðrenn teir báðir komu á vøllin hevði EB/Streymur einki mál skotið – tíansheldur havt nakran nevniverdan kjans. Áðrenn hetta stóðu gestirnir ógvuliga væl, teir vóru vælskipaðir og kvikir í kontraspælinum. Tá var eisini talan um ein javnan dyst.
Men hetta broyttu teir báðir profilarnir hjá EB/Streymi, men teir máttu saman við liðfeløgunum brúka eina rúgvu av orku fyri at koma so langt.
– Vit brúktu nógvar kreftir í dag. Harumframt hava vit eisini manglað fleiri spælarar seinastu dystirnar, men eg haldi, at tað ikki er so galið hóast alt, tí soleiðis fáa vit brúkt fleiri leikarar, sum so eru vanir at spæla og harvið klárir at traðka til, tá brúk er fyri tí. Og at koma til steypafinaluna við einum sigri er bara at fegnast um, segði matchvinnarin við Margáir í gjár, Hans Pauli Samuelsen.
At tað gjørdist júst Hans Pauli, sum skoraði seinasta málið í dystinum, var rættiliga tilvildarligt. Bæði TB og EB/Streymur høvdu eina rúgvu av kjansum, so dysturin kundi tað sama talt nógv fleiri mál.