TB: Tólv lið í Effo-deildina

TB hevur lagt fram uppskot um atakja talið av liðum í bestu deildini

Undan landsdystinum millum Føroyar og Kasakstan var eftirmetingarfundur fyri feløgini í føroyskum fótbólti. Størsta málið, sum varð lagt fram kom frá aldursforsetanum, TB.

 

 Felagið ynskir, at landskappingin verður økt við tveimum liðnum, so hon telur tólv lið. Tey skulu tó ikki spæla tríggjar ferðir móti hvørjumøðrum, sum tað verður nú, men heldur tvær ferðir. Hetta gevur 22 dystir.

 

Hoyr samrøðuna við André Dalfoss við at trýsta á pílin undir myndini

 

 Broytingin skal verja smærru feløgini, sum stríðast fyri at menna seg, men at kalla annaðhvørt ár mugu uppgeva vegna niðurflyting.

 

- Feløgini, ið flyta upp, eru trýst frá fyrsta bríksli til at fáa úrslit. Fært tú ikki úrslit umgangandi, so verður tú hektaður av. Vit síggja dømi um hetta hvørt ár. Í fjør var tað FC Suðuroy og í ár er tað 07 Vestur, sigur André Dalfoss, formaður í TB við. in.fo

 

Hann fílist á, at fleiri av feløgunum, sum skiftivís eru í 1.deild og bestu deildini, ikki fáa møguleikan at menna seg uttan at revsingin er niðurflyting.

 

- Tað er eitt ov vánaligt grundarlag fyri at menna eitt fótbóltsfelag. Vit blíva hektaði av og fáa ikki møguleikan at menna okkum og gerast ein partur fótbóltinum, har tað er stuttligt at verða, sigur formaðurin við síni eyðkendur suðuroyadialekt.

 

- Vit tólv liðnum, so fáa vit ein breiðan botn. Har verða kanska eini fýra ella fimm lið, ið kappast í niðurflytingarstríðnum. Harafturat verður úrvalið av spælarum størri, tí vit fáa 22 spælarar afturat, sum byrja inni í bestu deildini. Teir koma at menna seg meiri av at spæla Effo-fótbólt, leggur André afturat.