TB tók fuglfirðingar á bóli

1. DEILD: Við sigri í Fløtugerði hevur TB í dag lagt seg á odda í næstbestu deildini

Mikukvøldið varð TB varpað úr steypakappingini, tá ið 07 Vestur vann tryggan 4-1 sigur við Stórá í Trongisvági.

 

Mikukvøldið stríddist ÍF so mikið fyrimyndarliga í Klaksvík, at FM favorittarnir í KÍ vórðu hildnir á pínubeinkinum, inntil tað bara restaði ein lítil løta.

 

Í dag var TB í Fuglafirði, og tvøramenn tóku rættiliga fuglfirðingar á bóli. Áðrenn ein hálvur tími var farin, var støðan 3-0 til TB. Hóast heimaliðið fótaði sær og hevði bóltin nógv, og støðan eina løtu í seinna hálvleiki var 4-2, so var TB sigurin ongantíð í vanda. TB vann 5-2 eftir hálvleiksstøðuna 3-0, og nú er TB topplið í næstbestu deildini. TB hevur 24 stig, og ÍF, sum í dag tapti fyri fyrstu ferð, hevur 23 stig.

 

Innanfyri ein minutt, áðrenn eitt korter var farið, skoraðu Andreas Midjord og Mikkel Blåholm, og so var 2-0 til TB. Ein lítil hálvur tími var farin, tá ið James Samuel Wilcox økti um munin til 3-0.

 

Fýra minuttir eftir steðgin minkaði Gundur E. Petersen um munin til 3-1. Tað kveikti lítla vón hjá heimaliðnum um, at tað kundi eydnast at fáa gestirnar aftur. Tann vónin minkaði nógv, tá ið ein tími var farin, og Andreas Midjord aftur var uppá spæl og økti um munin til 4-1. Eitt korter undan leikloki skoraði innskifti Jóhan Petersen og so var 4-2. ÍF spenti álopsbogan, m en hann brast, tá ið Mikkel Blåholm í tíðini, sum dómarin legði aftrat, staðfesti rimmar 5-2 sigurin hjá TB.