2. deild
Tvørámenn gjørdu skjótt av, tá teir um vikuskiftið vitjaðu hjá HB. Sum nevnt aðra staðni, so hevði HB tikið fleiri av royndu leikarunum úr 2. deild upp á besta liðið, og hetta gjørdi sjálvandi fleiri umskipanir neyðugar hjá teimum næst bestu.
Tvørámenn høvdu tó ongan hug at lata mótstøðumenninr finna seg til rættist, men gjørdu ístaðin skjótt av, tá HB var sera illa skipað fyrstu løtuna.
Fyrst var tað Bárður Dimon, sum streyk ígjøgnum í høgru síðu, áðrenn hann sendi innfyri til Sasja Radosavljevic, og løtu seinni vóru leiklutirnir býttir um, tá Sasja sendi inn til Bárð, eftir at hava snarað fleiri mótstøðumenn av sær.
Triðja málið kom eftir hornaspark, tá Magni Petersen var hægstur, og so var alt at kalla avgjørt. Eftir hetta settu gestirnir ferðina nakað niður, men teir høvdu koritni fult tamarhald á seinastu fimm korterini.
Heldur enn at HB kundi minkað um munin, átti TB at økt, og í øllum førum trutu møguleikarnir til hetta ikki. Hin størsta mundi Zoran Mancic fáa í seinna hálvleiki, men úr 11 metrum misnýtti hann brotsspark Zoran fekk tó sett eitt punkutm fyri dystinum, tá hann í seinna hálvleki hevði seinasta fótin á TB-uppspæli, og so var trivaligi sigurin fingin til høldar.
Við sigrinum vann TB seg upp á næst fremsta plássið, og við dystum móti LÍF á heimavølli og Sumba á útivølli tykist tað nú ikki heilt ógjørligt hjá teimum at vinna seg longur upp, so ivaleyst vóna tey á Tvøroyri, at oddadysturin millum ÍF og Skála komandi vikuskifti ikki fær nakran vinnara.
HB-TB 0-4 (0-3)
0-1: Sasja Radosavljevic,
0-2:Bárður Dimon
0-3: Magni Petersen
0-4: Zoran Mancic