Í 1. hálvleiki var HB nógv tað betra liðið, og tað sást aftur í tølunum. Eftir 1. hálvleik var HB á odda 2-0. Jógvan S. Nólsoy setti hol á beinanvegin, og Bárður Mittelstein økti um leiðsluna við brotssparki, tá ið eitt lítið korter var eftir av hálvleikinum.
Eftir steðgin gjørdi innskifti Rógvi Joensen rættuliga um seg fyri TB. Eftir ein tíma minkaði hann um munin, og tá ið tað restaðu tíggju minuttir sendi hann fríspark beinleiðis í málið til 2-2.
Lítla løtu eftir at TB hevði javnað, skoraði HB sigursmálið. Málskjútti var Óli R. Hansen.