TB tók alt í Streymnesi

1. deild: Tvøramenn eru á veg suður við 3-1 sigri í viðførinum. Favorittarnir í TB hava í dag avrikað tað, sum varð roknað við, tá ið havt verður í huga, at mótstøðuliðið var teir næstbestu hjá EB/Streymi.

Tíðliga seinnapartin vann TB 3-1 í Streymnesi, eftir at hálvleiksstøðan var 2-0 til TB. Í 1. hálvleiki skoraði Dan Mortensen beinanvegin, og fram ímóti steðginum sendi Heini Mortensen fríspark beinleiðis í málið.

Tá ið heimaliðið tíðliga í 2. hálvleiki hevði minkað um munin, var stórur spenningur, og TB málverjin Ivan Stojkovic hevði fleiri góðar bjargingar. Tórur Mortensen hjá TB misnýtti brotsspark, sum hann sendi omanfyri tvørtræið, men tað spældi væl av hjá tvøramonnum. Tórur Mortensen sendi við langskoti bóltin í stólpan, áðrenn Rógvi Joensen staðfesti TB sigurin.