TB stórsigur í Gundadali

1. deild: Aldursforsetin í føroyskum fótbólti hevur í dag vunnið 5-1 á teimum næstbestu hjá HB. Eftir at tað tvær tær seinastu ferðirnar ikki hevur hilnast so væl, so var í dag eingin slingur í valsinum hjá TB.

Úrslitið í Gundadali ímóti teimum næstbestu hjá HB var 5-1, eftir at hálvleiksstøðan hevði verið 2-0.

Tíggju minuttir restaðu av 1. hálvleiki, tá ið TB innanfyri ein minutt skoraði tvey mál. Málskjúttar vóru Aron Sørensen og Ragnar Tausen.

Tjúgu teir síðstu minuttirnar vórðu fýra mál skorað: Tórur Mortensen økti um TB leiðsluna til 3-0 í 70. minutti, og Pál Mohr Joensen minkaði um munin fimm minuttir seinni.

Tá ið tað restaðu átta minuttir var Aron Sørensen aftur upp á spæl fyri TB, og tveir minuttir undan leikloki staðfesti Teitur Justinussen rimmar sigurin - 5-1 til TB.