Uppflytararnir í Vágum hava styrkt seg við verjukendum spælara, sum hevur royndir bæði á miðvøllinum og í verjuni í barndómsfelagnum TB.
Tað er Heine Mortensen, sum nú fer at spæla við 07 Vestur. Heine, sum verður 30 ár 26. februar, hevur sambært faroesoccer.com spælt 34 dystir í bestu deildini. Tann fyrsti var í 2012, og tann síðsti var 17. august í 2019, tá ið TB tapti 3-1 í Gundadali ímóti B36.
Í fjør var Heine nakrar ferðir á næstbesta liðnum hjá TB. At hann ikki hevur átt so stóran leiklut í fremstu røð kemst at, at hann hevur verið uttanlands í lestrarørindum.
07 Vestur skrivar soleiðis:
Í seinastu viku skrivaði tvørámaðurin Heine Mortensen sáttmála við 07 Vestur, og 29-ára gamli verjuleikarin verður soleiðis partur av besta liðinum hjá 07 Vestur hetta komandi kappingarárið.
Heine hevur rættiliga leingi verið rundanum besta liðið hjá TB, men lesnaður uttanlands hevur sjálvandi avmarkað leiktíðina. Tó eru tað blivnir nakað yvir 100 dystir á besta liði, harav 34 í Betri Deildini. Heine, sum verður 30 í februar, spælir mest í verjuni, sum skilst, men eisini nakað á miðjuni, har hann eisini spældi í venjingardystinum á Skála fríggjakvøldið.
Heina verður ynskt vælkomnum í 07 Vestur, har vit vóna at hann, eins og aðrir tvørámenn undan honum, fer at føla seg væl!