TB snávaði í Leirvík

Tvørámenn, sum hava verið óførir í 1. deild fyrsta partin av hesum kappingarárinum, kiksaðu, tá ið teir í dag vitjaðu í Leirvík. Víkingur vann 1-0. Einsamalla málið skoraði unglingaspælarin Finnur Justinussen, tá ið ein lítil hálvur tími var eftir.

Talan var um tætta og intensa og til tíðir væl spælda uppgerð. Málmøguleikar vóru báðar vegir, men bara eina ferð eydnaðist at fáa mál.

Uppspælið til málið var fínt, og tá ið bólturin varð lagdur innfyri av baklinjuni í vinstru, taklaði Finnur Justinussen hann í netið við handara stólpan.

Síðstu løtuna royndi TB at leggja trýst á, meðan teir í Víkingi vardu og dúvaðu upp á kontraálop. TB gjørdi ikki uppgávuna lættari fyri sær sjálvum, tá ið teir løgdu langar og ofta høgar sendingar fram ímóti brotsteiginum hjá Víkingi.

Merkisvert var tað, at hóast talan var um nógvar tættar støður, so hevði dómarin bara eina ferð gula kortið á lofti.