TB smurdi Fossánes av

Fossanes eigur enn fyrsta settið í meistaradeildini til góðar. Um vikuskiftið taptu tær greitt fyri TB

Fossánes?TB 0 ? 3 (5-25, 11-25, 14-25)


Flogbóltur

kvinnur


TB-liðið leikti upp til sítt besta, tá tær leygardagin vitjaðu Fossánes, sum ongantíð kom rættuliga fyri seg eftir ta skelkandi byrjanina, sum liðið fekk í fyrsta setti.

TB, sum hetta settið leikti væl og hevði sera góðar servur, vann heili 25-5, og er hetta ov nógvur munur, tá ein veit, at Fossánes kann klára seg betur. Men einki virkaði í móttøkunum hjá Fossánesi, og sum tíðin leið, virkaði tað sum um hugurin til at betra um úrslitið datt burtur.


2. og 3. sett

Í øðrum og triðja setti var eitt sindur meira av dysti ímillum liðini, men tað sær út til, at TB eftir góða úrslitið seinasta vikuskifti ímóti Drátti, har tær bert taptu 3-2 ímóti oddaliðnum, er betur fyri og ætlar sær at verða við í kappingini um eina betri plasering, enn liðið hevur nú.

TB vann tey bæði næstu settini 25-11 og 25-14. Á TB-liðnum skal eingin vera tikin framum nakra aðra, men besti leikari hjá Fossánesi henda dagin var Lena í Buð, sum verður ein betri og betri leikari fyri hvønn dyst.