Aldursforsetin í føroyskum fótbólti hevur søkt FSF um undantaksloyvi at sleppa at halda fram á Sevmýri í ár, men svarið er nei. Tað er suðurrás, sum veit at siga at FSF í skrivi til felagið hevur boðað frá, at TB ikki sleppur at spæla sínar heimadystir á Sevmýri í ár. FSF gjørdi eftir kappingarlok í fjør greitt, at vøllurin ikki fór at verða góðkendur til kappingarárið 2011. TB valdi tó at søkja um undantaksloyvi, meðan nýggjur vøllur er í ger.
- Gongd er eisini komin á fyrireikingarnar at gera nýggjan fótbóltsvøll í Trongisvági, og hetta helt eg fór at gera møguleikarnar størri fyri einum undantaksloyvi á Sevmýri fyri seinastu ferð. Men soleiðis skuldi ikki verða, sigur ein vónbrotin formaður í TB, Andre Dalfoss sambært suðurrás.
TB sleppur heldur ikki at brúka vøllin til ungdómsfótbólt.