TB skipar fyri fótbóltsskúla

Beint eftir ólavsøku, 30 juli, skipar ungdómsdeildin hjá TB fyri fótbóltsskúla fyri tey ungu í felagnum. Tað verður fyrrverandi TB-venjarin, Svend Petersen, ið verður høvuðsvenjari á skúlanum.

Fult teknað
Pláss er fyri 100 luttakarum, og sagt verður av Tvøroyri, at longu er fullteknað. Fótbóltsskúlin fer fram á vøllinum á Sevmýri, í báðum skúlagørðunum og í høllini í Trongisvági.

Úr TB siga tey, at orsøkin til, at felagið skipar fyri einum fótbóltsskúla er, at fótbóltskúlarnir, sum FSF skipar fyri er ikki nóg góðir.

Ætlanin er, at bæði fyrrverandi ? og núverandi leikarar hjá TB skulu hjálpa Svend Petersen við fótbóltsskúlanum.

Skúlin fevnir yvir fýra dagar, og er bert fyri børnum, ið eru knýtt at TB. Fótbóltsskúlin byrjar týsdagin kl. 9.30.

At enda verður sagt frá fyrireikararnum, at luttakararnir skulu bæði hava innandura- og uttandura skógvar við týsdagin