Flogbóltur
Kvinnukappingin sær út til at gera alsamt meira spennandi, og nú trý umfør eru eftir, áðrenn stigini verða býtt í helvt, royna serliga tey næstfremstu at staðfesta sína støðu, so tey fáa sum mest við sær.
Eitt sindur óvæntað eru tað kvinnurnar hjá TB, ið liggja á øðrum plássi, men tó við sama stigatali sum Mjølnir og Fleyr, og tvey stig framman fyri Drátt. TB skal á útivølli møta Mjølnir, ið óivað vil gera alt fyri at vinna annaðplássið aftur, so nú sleppur TB veruliga at standa sína roynd.
Hóast oddaliðið SÍ er heili seks stig framman fyri tey næstu, er lítið at ivast í, at dysturin ímóti Drátti sunnudagin fer at hava alt tað, sum ein sonn Vágaupgerð skal hava – ikki minst, nú Dráttur tykist hava tikið seg væl fram í síðstuni.
Triði kvinnudysturin verður millum botnliðini bæði sunnudagin, tá ÍF á Kambsdali tekur ímóti KÍF. Vinnur ÍF, sleppur liðið fýra stig frá unga KÍF-liðnum, sum enn einki stig hevur vunnið.
Mansklassikari
Í Eik-liguni hjá monnum er bara ein dystur um vikuskiftið, men afturfyri er talan um ein gamlan klassikara í føroyskum mansflogbólti. Hann verður sunnudagin í Havn, tá Fleyr tekur ímóti Mjølnir.
Hjá monnunum eru stigini longu býtt í helvt, og her ræður um hjá Fleyr at gera ein vørr, skal Mjølnir ikki beinanvegin stinga av frá hinum liðunum. Mjølnir er undan dystinum trý stig framman fyri SÍ og Fleyr, sum kappast um at møta klaksvíkingunum í FM-finalunum.
Hin dysturin hetta umfarið verður ikki fyrr enn mikukvøldið, tá SÍ í Sørvági tekur ímóti ÍF.










