Tað er góður hýrur í TB ferðalagnum, sum nú ger seg til at fara av Svangaskarði og suður við Smyrli til konsert á Drelnesi.
TB fer av Toftum við 2-0 sigri. Bæði málini vórðu skorað í 1. hálvleiki, tá ið TB hevði fríska lágættarlotið undan.
Fyrra TB málið skoraði Bárður Dimon, meðan seinna málið var sjálvmál.
Hóast TB í 2. hálvleiki hevði vindin ímóti, so vóru tað teir á oddaliðnum, sum høvdu meiri spæl og fleiri møguleikar.
Sigurin ber við sær, at TB nú hevur 16 stig. B68 er aftast við tveimum stigum.