1. hálvleikur var málleysur, men eftir steðgin var einki at rafla um. TB vann 3-1 á FC Hoyvík.
Í 62. minutti legði Tórður Mortensen við høvdinum TB á odda eftir innlegg úr vinstru.
Tríggjar minuttir seinni økti sami spælari um munin til 2-0. Aftur var tað Tórður Mortensen, sum skoraði, og aftur var tað við høvdinum. Hesa ferð eftir hornasparksinnlegg úr vinstru.
Tjúgu minuttir fyri leiklok økti Gilli Sørensen um munin til 3-0, og tveir minuttir fyri leiklok pyntaðu gestirnir um, so úrslitið gjørdist 3-1.