TB sóknast eftir venjara

Aldursforsetin í føroyskum fótbólti, TB, skal aftur í komandi kappingarári royna at vinna pláss í fremstu fótbóltsdeildini – Formuladeildini. Eftir øllum at døma gongur illa at finna venjara til liðið, tí á heimasíðu felagsins søkir TB eftir venjara til 1. deildarliðið. Prógv, sum mininum skal vera B3 og umsøkn kann sendast til Tvøroyra Bóltfelag, box 35. 800 Tvøroyri.