TB reisti seg eftir ólavsøkukiksið

1. DEILD: TB styrkti við sigri í Runavík um sína støðu sum favorittur at flyta upp

Tað riggaði einki serligt, tá ið TB var á ólavsøku. Setningurinvar at vinna fulla úrtøku ímóti teimum næstbestu hjá B36, men tað eydnaðist ikki. Úrslitið var 1-1, og Eliesar Johannesen javnaði fyri B36 í síðsa minutti, eftir at Samudeen Musah eitt stórt korter undan leikloki hevði lagt TB á sigurskós.Í dag vóru tvøramenn í Runavík, og teir vunnu 3-1 eftir hálvleiksstøðuna 1-1.

 

Sigurin ber við sær, at tað eru sjey stig frá TB og oddasessinum og aftur til ÍF. Fuglfirðingar, sum í morgin fara at spæla á útivølli ímóti Undrið FF, hava spælt tveir dystir færri enn TB.

 

17 ára gamli Oddmar Nybo Jespersen legði í 4. minutti TB á odda. Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at hann var málskjútti í næstbestu deildini. Eitt stórt korter var farið, tá ið NSÍ javnai. Málskjútti var Hans Marius Davidsen, sum higartil í ár hevur verið nógv á besta liðnum. Hetta var aðru ferð í ár, at hann var á næstbesta liðnum, og hetta var annað málið hjá honum í 1. deild í ár.

 

Tíggju minuttir eftir steðgin legði TB seg á odda 2-1. Málskjútti var Mikkel Blåholm, sum skoraði fyri 19. ferð í ár. 3-1 TB sigurin varð staðfesturí tíðini, sum dómarin legði aftrat. Innskifti Einar Thorsteinsson var málskjútti. Hetta var fimta málið hjá Einari í ár.

 

NSÍ er undir strikuni við átta stigum. Tað eru trý stig fram til B36, sum er á áttanda plássi.

 

Um eina viku skal NSÍ spæla á útivølli ímóti B36, og tá fær TB vitjan av Víkingi.