TB og Skála víðari

Bæði TB og Skála megnaðu at spæla seg víðari til triðja umfar í steypakappingini

Fótbóltur

TB hevði eisini hesa ferð heimavøll móti liði úr 1. deild, og eisini hesa ferð gjørdist talan um heimasigur.
Hesin var eisini av tryggara slagnum, tí hóast SÍ royndi at stríðast ímóti, so megnaðu teir ikki at standa móti trýstinum frá heimaliðnum, sum vann dystin 4-0.
Á Skála kom bert tað eina málið, tá Skála tók móti FS Vágum 04. Hetta kom fyri steðgin, og var tað Alexandur Johansen, sum stóð fyri hesum. Vágamenn royndu til tíðir at trýsta, men tað eydnaðist teimum tó ikki at fáa málið, sum kundi tryggjað teimum longda leiktíð. Hinvegin hevði Skála eisini sínar møguleikar, so sigurin hjá heimaliðnum var sum so í lagi.
Soleiðis verða bæði TB og Skála við í pottinum, tá lutur skal kastast um fjórðingsfinalurnar í steypakappingini.

TB-SÍ 4-0 (1-0)
1-0: Bergleif Sólsker
2-0: Kaj Roest
3-0: Kaj Roest
4-0: Allan Poulsen

Skála-FSV 04 1-0 (1-0)
1-0: Alexandur Johansen