Flogbóltur
Skjøtil var settur á flogbóltskappingina hjá teimum vaksnu um vikuskiftið, tá árliga FK-kappingin var í Havn fyri bæði kvinnur og menn í meistaradeildini, 1. deild og 2. deild. Hetta er kapping, ið Fleyr í felag við Føroya Keypsamtøku hevur skipað fyri í áravís.
Hóast hetta er fyrsta kapping í kappingarárinum, so hevur hon ikki minsta týdningin, tí hjá meistaradeildarliðunum standa finalupláss upp á spæl. Vinnararnir sleppa beinleiðis í steypafinalurnar, sum verða spældar leygardagin 14. februar 2004.
Samstundis kann tað sjálvandi vera ein uggi hjá teimum liðum, ið ikki høvdu eydnuna við sær hesa ferð, at ein kjansur verður aftrat at spæla um, tá Mjølnir-kappingin seinni í vetur verður í Klaksvík.
SÍ gjørdi besta hálið í FK-kappingini við bæði at vinna meistaradeildina hjá monnum og 1. deild hjá kvinnum, meðan TB vann meistardeildina hjá kvinnum, Fleyr 1. deild hjá monnum, Nøvan 2. deild hjá kvinnum og Dráttur vann 2. deild hjá monnum.
FK-finalurnar í meistaradeildini hjá kvinnum og monnum vórðu spældar í ítróttarhøllini á Hálsi, sum eisini verður karmur um steypafinalurnar um fýra mánaðir.
Einki ivamál
Hjá kvinnunum var tað steypavinnarin frá síðsta kappingarári, TB, sum streyk avstað við sigrinum og sostatt longu hevur tryggjað sær í minsta lagi silvur í komandi steypafinaluni.
TB vann 3-0 í finaluni á KÍF, sum heldur óvæntað megnaði at spæla seg allan vegin fram til síðsta dystin í kappingini. Í hálvfinaluni bastu kollfjarðarkvinnurnar føroyameistarunum og tapandi steypafinalistunum síðsta kappingarár, ÍF, við einum 2-1 sigri.
Í finaludystinum móti TB, sum í síni hálvfinalu hevði vunnið 2-1 á Fleyr, gjørdist bitin tó ov stórur at gloypa hjá KÍF, sum í roynd og veru ikki hevði nakran møguleika, sum dysturin lagaði seg. Her var TB-liðið ov sterkt og vælspælandi, og sigurin var eisini fult uppiborin.
TB vann lættliga tvey tey fyrstu settini 25-10 og 25-11, og hóast KÍF menti seg í triðja setti og fekk bitið eitt sindur meira frá sær, endaði tað 25-19 til TB.
Serliga vóru tað skørpu servurnar frá TB-kvinnunum, ið forðaðu KÍF at koma inn í dystin, tí servurnar gjørdu tað ofta trupult hjá KÍF at fáa tikið so mikið væl ímóti, at bólturin yvirhøvur kundi fáast fram til hevaran.
Hóast finaluósigurin móti TB, so kunnu kvinnurnar í KÍF fegnast um, at tær skrivaðu eitt sindur av lokalari søgu, tí hetta var besta flogbóltsúrslitið hjá KÍF nakrantíð!
SÍ orkaði betur
Tað, sum kanska ikki hevði verið av spenningi í kvinnufinaluni, fekst í staðin í mansfinaluni millum SÍ og ÍF ? í øllum førum í fyrstu settunum.
Hetta var samstundis ein endurtøka av steypafinaluni í vár, men vinnarin gjørdist hesa ferð ikki tann sami. Ta ferðina vunnu fuglfirðingar, sum síðsta kappingarár eisini vunnu meistaraheitið og sostatt greipuna, men hesa ferð vóru sørvingar teir drúgvaru og vunnu 3-1.
Tey bæði fyrstu settini í mansfinaluni vóru jøvn og spennandi. ÍF vann tað fyrsta 25-23, men so svaraði SÍ aftur í øðrum setti við at vinna 25-18, uttan at nakað kortini sá út til at vera avgjørt enn.
Í triðja setti byrjaði tó at koma til sjóndar, at sørvingar vóru betri fyri ? ella kanska heldur, at fuglfirðingar ikki ordiliga tykjast vera komnir í rætta formin. Í øllum førum orkaði ÍF ikki at spæla upp móti SÍ, sum meira og meira sannførandi vann 25-19 í triðja setti og síðani 25-17 í fjórða setti.
Tað gjørdi tó eisini sítt, at Bartal Eliasen hjá ÍF í triðja setti fekk ein skaða, so hann ikki fekk fullført dystin. Hann spældi settið liðugt og byrjaði eisini fjórða sett, men mátti síðani gevast eftir nakrar fáar bóltar.
Sum heild verður sagt eftir FK-kappingina hesa ferð, at hon boðar frá spennandi og javnari kapping bæði hjá kvinnum og monnum.