TB og Mjølnir liggja ájavnt í oddinum

TB vann oddadystin ímóti KÍF, og Mjølnir vann á verandi føroyameistarunum ÍF.

Flogbóltur

Í meistaradeildini hjá kvinnum er sera spennandi. Har lógu undan dystinum hettar vikuskiftið trý lið við 8 stigum hvør, og tað er bara 2 stig, sum skilja nummar eitt og fýra.
Í høllini í Trongisvági møttust tvey av oddaliðinum, TB og KÍF. Bæði liðini skuldu vaska tapið av sær, sum tey vóru fyri seinasta vikuskiftið. TB byrjaði sum eitt óløgi og vann greitt fyrsta settið 25-12. KÍF kom meira við í dystin, og annað sett gjørdust spennandi, men tað vóru tvørakvinnur ið megnaðu at halda høvdið kalt og vinna annað settið 25-23. Í triðja settið fylgdust liðini væl áleiðis, men TB kvinnurnar vóru meira avgjørdar og tær megnaðu at draga frá KÍF og vunnu settið 25-18, og sostatt dystin 3-0.

Mjølnir fylgir við
Í Klakksvík leiktu Mjølnir ímóti verandi føroyameistarunum ÍF. Dysturin endaði við einum 3-0 sigri til Mjølnir. Settúrslitini vóru 25-19 25-23 og 25-15 til Mjølnir. Kvinnurnar hjá Mjølni eru rættuliga væl spælandi í løtuni, og sjálvt um settmunurin ikki varð so øguligur, so var sigurin ongantíð í vanda.
Eftir dystirnar hettar vikuskiftið liggja TB og Mjølnir á fyrsta plássi við 10 stigum, meðan KÍF, sum nú hevur tapt tríggjar dystir á rað, liggur á øðrum plássi við átta stigum.