Síðstu árini hava tað verið tríggir dystir í landskappingini á ólavsøku. Soleiðis verður tað ikki í ár. Orsøkin er tann, at í ár eru tað bara tvey lið í høvuðsstaðnum í bestu deildini, tí AB flutti niður í fjør.
B36 eigur heimadyst ólavsøkuaftan, tá ið TB verður gestur í Gundadali.
HB eigur heimadyst ólavsøkudag, tá ið KÍ verður gestur í Gundadali.
TB spældi eisini á ólavsøku í fjør, tá ið ólavsøkugestirnir úr Suðuroy ólavsøkuaftan taptu 4-1 ímóti HB.
HB hevði á ólavsøku í 2017 vitjan av KÍ, sum ólavsøkudag fyri fýra árum síðani fór úr Gundadali við 2-1 tapi.
Ólavsøkuumfarið verður tað 16. Hinir tríggir dystirnir vera týsdagin 27. juli: ÍF – B68, Víkingur – NSÍ og 07 Vestur – EB/Streymur.
Seinnu árini er tað fleiri ferðir komið fyri, at tað, orsakað av dystum í Europa, hevur verið neyðugt at flyta landskappingardystir á ólavsøku.