Hóast venjarin er nýggjur, og nógvir nýggir spælarar eru á TB liðnum, so fara fleiri fyrrverandi liðfelagar at hittast, tá ið TB seinnapartin verður gestur í Runavík.
Nýggjur NSÍ venjari er Glenn Ståhl, sum vandi samansetta liðið hjá Suðuroyingum í fyrraárið. Í NSÍ hópinum eru tveir spælarar, sum fyri tveimum árum síðani spældu á samansetta liðnum. Teir eru Búi Egilsson og Salmundur Bech.
Nýggir TB venjari er Michael L. Winter úr Týsklandi og við royndum úr donskum fótbólti, og nýggir útlendskir spælarar eru 19 ára gomlu Rasmus Kawiecky Møller og Sebastian Benjamin Kroner, 25 ára gamli málverjin, Frederik Mehder og 24 ára gamli áleyparin Mads Raben, sum er komin úr Dalum. Eisini eru Musah Akmah og Samuedeen Musah komnir úr Ghana.
Higartil hevur TB fyri tað mesta hildið seg við Stórá. Bara ein venjingardyst hava teir verið norðanfyri. Tað var, tá HB í Gundadali vann 1-0.
Á TB liðnum tann dagin vóru Frederik Mehder – Musah Armah, Ndende Adama Guéye, Rasmus Møller, Sebastian Kroner – Dánjal Godtfred, John Villy Wøldike Leo, Rógvi Joensen, Samudeen Musah – Ken Fagerberg, Einar Thorsteinsson.
Á vøllin komu eisini Nikolei Johannesen, Jens Erik Bruhn, Havar Albinus og Jóhan Thomsen.
Tveir TB spælarar eru skaddir: Eirikur M. Ellendersen og Bartal Gram.
Hjá NSÍ er miðverjin Jóhan Troest Davidsen leikbannaður, og tað er ivasamt um ein annar av miðverjunum, Oddur Á. Højgaard, verður førur fyri at spæla. Hann er darvaður av skaða í fótinum.
Tað eru fimm ár síðani, at TB vann stig í Runavík. 20. juni 2015 endaði tað málleyst, tá ið TB var gestur við Løkina.
Í fjør vann NSÍ 3-1, tá ið TB var í Runavík.