TB: Nýggjan venjara í morgin

Formaðurin í TB sigur í kvøld við in.fo, at felagið vónar at seta nýggjan venjara longu í morgin.

 

TB boðaði fyrr í kvøld frá, at Hans Fróði Hansen er givin í felagnum sum venjari. Hetta er ein avgerð sum partarnir eru samdir um. Tað staðfestur Andre Dalfoss eisini fyri in.fo.

 

Formaðurin vil tó einki siga um hvør verður nýggjur venjarin verður, men vónar at tað verður avgreitt longu í morgin.

 

-       Vit leita eftir einum royndum venjara, sum hevur kennir væl føroyskan fótbólt. Vit vóna at seta nýggjan venjara longu í morgin, sigur André Dalfoss.

 

TB hevur eftir eina góða byrjan mist flogið og liggur nummar sjey. Bara eitt stig frá niðurflyting.