Fundur var leygarkvøldið, har tey, ið vóru vald á aðalfundinum, komu saman og fingið greiðið á støðu felagsins og deildu nevndarsessirnir út. Øll tey valdu vóru til fundin og blivu ymisku nevndirnar skipaðar, skrivar tb.fo.
Palli Eysturberg er nýggjur formaður í felagnum og hevur hann drúgvar royndir frá nevndararbeiði, umframt at hann var varaformaður síðsta ár, so hevur hann eisini sitið í nevndini í Tvøroyrar Svimjifelag millum annað. Ungdómsdeildin er so at siga óbroytt, tó er Armgarð nú partur av starvsnevndini.
Starvsnevndin er hendan:
Palli Eysturberg, formaður
Jens Rói Sørensen, varaformaður
Armgarð Sørensen, peningarøkil
Fótbóltsnevndin er hendan:
Kim Roest, formaður
Danjal Eli West, varaformaður
Poul Erik Smedemark, nevndarlimur
Jan Ole Farstad, nevndarlimur
Mortan Enni, nevndarlimur
Ungdómsdeildin er hendan:
Charlotta Nielsen, forkvinna
Jónvør Bjarkhamar, varaforkvinna
Eyðdis Ellendersen, peningarøkil
Angelie Olsen, nevndarlimur










