Tey fyrstu 23 fólkini hava júst á Skeiðsdeplinum í Marknagili staðið royndina sum ferðaleiðarar á almennum støði og fáa prógv seinnapartin í dag.
Skeiðið, sum tey 23 fólkini hava lokið, hevur til endamáls at útbúgva ferðaleiðarar, sum við støði í breiðari almennari og serliga vitan um Føroyar sum Ferðamannaland herundir um náttúru, landafrøði, søgu, mál og mentan, samfelagsviðurskifti og føroysk sereyðkenni kunnu bera fram hesa vitan til ymiskar ferðamannabólkar á einum ella fleiri fremmandamálum.










