Útbúnar føroyingar aftur á slóðina?

Altjóða universitet við 5000 lesandi. Betri umstøður fyri útlendskar makar hjá føroyskum studentum. Frægari íbúðamøgaleikar, barnaansing og flexibilitetur. Boðini vóru fleiri í Miðlahúsinum millum jólanna, tá orðaskifti var um, hvussu vit fáa tað vælútbúna fólkið heimaftur

KJAK
 
 
Hóskvøldið 28. desember skipaðu Altjóða Skrivstovan og Meginfelag Føroyskra Studenta fyri kjakfundi í Miðlahúsinum í Vágsbotni í Havn, har spurt varð, hvussu Føroyar fáa tey vælútbúnu fólkini heimaftur.
Orðstýrari var Holger Arnbjerg av Altjóða Skrivstovuni.
Við pallborðið sótu Torkil Ejdesgaard, lesandi í Aberdeen, Jóannes Vitalis Hansen, sum júst er fluttur heim eftir lestur í Bretlandi, Hjørdis Gaard, fulltrúi í Vinnumálaráðnum og forkvinna í KT-bólkinum fyri Visjón 2015, og Djóni Dalsgarð av starvsfólkadeildini á Føroya Tele.
Torkil Ejdesgaard legði fyri við m.a. at vísa á, at krøvini hjá føroyingum, ið lesa aðrastaðni enn í Danmark, ikki eru so nógv øðrvísi enn hjá føroyskum lesandi á flatlondum. Fleiri av hesum eru sambært Torkili Ejdesgaard ørkymlað um tann føroyska arbeiðsmarknaðin, av tí so fá arbeiðspláss eru til granskarar eru í Føroyum.
Hann vísti eisini á sosial viðurskifti um t.d. vælvirkandi barnaansing, sjúkrahús og barnaskúlar, sum eru alneyðug, um fólk skulu fáast aftur til Føroya.
Somuleiðis hevði Torkil Ejdesgaard íbúðarmøguleikar á lofti. Hann segði, at teir heimafturkomnu útisetarnir ikki kravdu marglætisíbúðir, men rímiligar prísir á íbúðamarknaðinum, av tí hesi fólkini ofta koma heim til størv, sum eru lægri lønt enn líknandi arbeiði uttanlands, og at tey aloftast hava eitt lestrarlán við í viðførinum eftir loknan lestur.
Hann metti tó ikki, at allir føroyingar koma beinleiðis til Føroya eftir lokna útbúgving, av tí at arbeiðisroyndir hjá fólki uttanlands sambært honum eru gagnligar fyri Føroyar.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Arbeiðsloyvi til makan
 
Næsti luttakarin við pallborðið var Jóannes Vitalis Hansen, sum júst er settur í starv hjá Strandferðsluni. Hann vísti á, at Føroyar eru eitt spennandi land hjá nýútbúnum fólki at koma aftur til, av tí at uppgávurnar ofta eru størri enn tær, tey høvdu fingið í eini fyritøku ella stovni í Onglandi ella Danmark. Tí er neyðugt at vera flexibul, tí fleiri av hesum uppgávum liggja uttan fyri júst tað fakøkið hjá hvørjum einstøkum, sum tey hava spesialiserað seg í. Harafturat kallaði hann arbeiðsumhvørvi í Føroyum meira óformelt enn aðrastaðni.
Tað eru tó vansar við at flyta heimaftur. Jóannes Vitalis Hansen nevndi, at unnustan hann hevur funnið sær í Bretlandi hevur trupult við at fáa arbeiðsloyvi her í Føroyum, og tí kann tað vera torført at fáa føroyingar, sum hava funnið sær maka í lestrartíðini, at koma aftur til Føroya. Eisini vísti hann á, at Føroyar ikki broytast ikki eins skjótt og ein sjálvur, tá ein er staddur uttanlands í lestrarørindum, men at fleiri fylgja væl við í føroyskum fjølmiðlum, meðan tey eru uttanlands.
 
Hjørdis Gaard var samd í, at nýútbúnir føroyingar, sum venda heimaftur, helst fáa fjølbroyttari uppgávur á føroyskum arbeiðsplássum, enn tey høvdu fingið í útlondum. Sum leiðari fyri KT-strategibólkin  fyri Visjón 2015 gjørdi hon nógv burtur úr síni framløgu við power-point, har ætlanir og hugsjónir, sum strategibólkurin hevur orðað, vórðu presenterað.
Strategibólkurin hevur m.a. gjørt vart við, at BTÚ í Føroyum er lágt, breiðbandsútbreiðslan er ov lág, ongar KT-útbúgvingar eru her á landi, og KT-vinnan er lítil. Tí borðreiddi Hjørdis Gaard við trimum hugtøkum, sum skulu bøta um støðuna: víðskygni, nýskapan og altjóðagerð.
Hesi hugtøk skulu m.a. fremjast í verki við betra um vælferðartænasturnar, betra føroysku vitanarvinnur, og at tað almenna skal veita eins høga tænastu og tann privati sektorurin. Harafturat skulu internetprísirnir lækka.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Tykisskúla og 5000 útlendskar studentar til Føroya
 
Hjørdis Gaard segði m.a., at heilin er høvuðstilfeingið, og tí skulu serligar skipanir fyri m.a. ferðing og skatt til fyri at fáa fólk at støðast.
Harafturat metti hon trý sløg av trygd vera neyðug fyri at fáa fólk heimaftur: makatrygd (uppihaldsloyvi til makar), bústaðartrygd og barnaansingartrygd.
Neyðugt er eisini at broyta fólkaskúlan, so vit vit m.a. fáa ein sokallaðan tykisskúla ella virtuellan skúla. Lærarafakið er ikki nógv broytt tey seinastu 40 árini, og tí skjýtur strategibólkurin upp, at frá 6. flokki skulu allir lærarar hava master-stig.
Harafturat skal stig takast til eitt altjóða universitet í Føroyum við 5000 lesandi, har meginparturin skal verða útlendingar.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Náðigávurnar neyðugar
 
Einasta umboðið fyri vinnulívið var Djóni Dalsgarð frá Føroya Tele. Hann greiddi frá, at telefyritøkan hevur eini 35 fólk í starvi við sokallaðum longri útbúgvingum, og at eini 50 ymiskar útbúgvingar eru at síggja á lønarlistanum hjá Føroya Tele. Hann segði m.a., at í Danmark er tað bara umleið helvtin av fólkinum, sum arbeiðir við tí, tey eru útbúgvin til, og tí er vónleyst at siga, um tú sleppur at brúka tína útbúgving til júst tað, tú hevði ímyndað tær.
Tá Føroya Tele setur fólk í starv verður hugt eftir fjølbroytni, tí tað er eingin orsøk at seta fólk í starv, ið eru líka sum tey, ið eru har frammanundan, segði Djóni Dalsgarð.
T.d. hevur fyritøkan nýliga sett ein elektrikara í starv, sum hevði lært í Føroyum, men sum hevði starvast 10 ár í USA. Hann helt, at tað var týdningarmikið at røkta “náðigávurnar” hjá starvsfólkinum, tvs. hvat hesi kunnu “afturat” ella “umframt”. Hetta kann um ikki annað brúkast í kaffistovuni, helt Djóni Dalsgarð og sipaði til trivnað og dynamikk á arbeiðsplássinum.
Tað er sostatt neyðugt at vera fjølbroyttur, tí sum Dóni Dalsgarð tók til, so eru spesialistarnir teir, sum eru kirurgar á Landssjúkrahúsinum.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$- Børnini skulu nokk klára tað
 
Av konkretum tilboðum, Føroya Tele hevur givið fyri at fáa fólk til fyritøkuna, nevndi hann barnagarðin Kurlu, har Føroya Tele eigur fyrsta rætt á triðja hvørjum plássi. Enn hevur fyritøkan tó ikki brúkt hendan rætt, og kann hetta tulkast sum, at tann almenna barnaansingin nøktar núverandi tørv.
Hann var samdur við, at skúlaverkið í Føroyum skal tora at taka fólk inn við øðrum kvalifikitiónum, enn teimum vanligu.
Hann legði eisini afturat, at í vinnulívinum eigur tað ikki at vera ein kvalifikatión at vera føroyingur, og at føroyskar fyritøkur eiga at geva pláss fyri lesandi úr útlondum, hóast tað kann vera lættari at biðja føroyingar, sum duga málið og kunnu búgva hjá eini ommu tí ikki hava tørv áhjálp til býli.
Djóni Dalsgarð heitti á fólk um at lesa tað, tey høvdu hug til, og ávaraði um at halda, at tá børnini fylla sjey, eiga tey at fara í skúla í Føroyum. Hann greiddi frá, at sjálvur gekk hann í skúla í Danmark frá hann var sjey ára gamal, og tað var gott fyri hann. Børnini skulu nokk klára tað, segði Djóni Dalsgarð.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Heimspeki í fólkaskúlan
 
Eftir at pallborðið hevði lagt síni sjónarmið fram fyri ta fjølmentu fundarfjøldina, var orðið frítt.
Fitt av fólki nýtti møguleikan – ikki minst eftir at onkur av fyrireikarunum minti á, at tað er “týdningarmikið, at okkara ættarlið luttekur í kjakinum!”
Nógvu spurningar vórðu reistir. M.a. vóru fólk skeptisk um, at ætlanin sambært Visjón 2015 er at seta nógv fokus á havtøkni á einum framtíðaruniversiteti í Føroyum, og at Fróðskaparsetrið fær ov lítla játtan, og vit samstundis tosa um altjóða føroyskt universitet. Onkur fýltist á, at tað ikki ber so væl til at lesa føroyskt sum fjarlestur uttanlands.
Fáir politikarar vóru at síggja á kjakfundinum. Tó taldust tjóðveldismenninir Høgni Hoydal og Tórbjørn Jacobsen millum fundarfólkið. Formaður Tjóðveldisfloksins nýtti høvi at gera viðmerking til kjakið, har hann m.a. segði, at Norðuratlantsbólkurin ger eina kvalitativa kanning, ið skal staðfesta, hvørji virði hava størstan týdning føroyingar í Danmark, og sum møguliga kunnu vera við til, at fáa hesar heimaftur. Hann helt, at neyðugt er at hugsa øðrvísi, tá talan er um útbúgvingarverkið. M.a. skeyt hann upp undirvísa næmingum í fólkaskúlanum í heimspeki, máli og søgu.
Høgni Hoydal helt ikki, at nakar eigur at taka eina heila útbúgving í Føroyum, tí hann metti tað vera neyðugt at leita sær uttanlands.
- Eingin býr her av praktiskum orsøkum, endurgav hann Heðin Brú.