Fótbóltur
TB vann mánakvøldið 2-0 á heimavølli móti VB/Sumba í 1. deild. Hetta var síðsti dysturin í 18. leikumfari.
Heimaliðið hevði yvirvág alla tíðina. Teir høvdu nógvar málmøguleikar, men tað gekk striltið at fáa úrtøku, ikki minst tí at 16 ára gamli VB/Sumba málverjin, Rani Johannesen, var sannur brandur millum stólparnar.
Fyrra málið, sum TB fekk í 9. minutti, skoraði Kaj Roest. Seinna málið fingu teir í 61. minutti. Tað skoraði Einar Petersen eftir fínt uppspæl og gjøgnumbrot í vinstru og innlegg frá Birgiri Rasmussen. Einar Petersen heilfluktaði í kassan.
Eftir at TB hevði økt um leiðsluna til 2-0, tiltuskaði VB/Sumba sær brotsspark. Kári í Lágabø royndi seg úr ellivu metrum, men stinni TB málverjin, Pedrag Markovic vardi væl fyri.
Hetta var sætta ferðin upp í slag, at TB fór av vøllinum við fullari úrtøku. TB er á fjórða plássi við 36 stigum. LÍF er nummar trý við 39 stigum, AB er næstfremst við 40 stigum, og B71 er á odda í 1. deild við 42 stigum.
Í 19. umfari, sum verður á skránni nú leygardagin, skal TB spæla á heimavølli móti LÍF. Hinir dystirnir eru B71-KÍ, HB-VB/Sumba, AB-Royn og FSVágar04-SÍ.