TB-málmaðurin Predrag Markovic skal næsta kappingarár spæla fyri Formualiðið Skála. Tað skrivar Sudurras.com. Sambært heimasíðuni hava samráðingar verið millum TB og málmannin, men málmaðurin hevur gjørt av at fara til annað felag. Formaðurin hjá Skála, Hans Jákup Andreasen, váttar fyri suðuroyarportalinum, at Predrag Markovic skal verja málið hjá teimum næsta ár. Í ár hevur Vlada Filipovic verið málmaður hjá Skála.










