TB longt við Kryzstof

TB hevur longt sáttmála við venjaran Krzysztof Popczynski, sum hevur havt ábyrgdina av TB-liðnum síðani í summar, tá ið hann tók yvir í TB, sum hevði sagt tveir venjarar úr starvi frammanundan. Popczynski er ættaður úr Póllandi, og hann hevur vant VB, GÍ og HB. Formaðurin í TB, Jóan Petur Olgarsson, sigur tað vera av alstórum týdningi, at eitt so stórt fótbóltsnavn sum Kryzstof kemur at mynda framtíðina í TB.

- Framtíðin er tryggjað, og kemur Kryzstof nú eisini at taka sær av unglingaliðnum frá komandi kappingarári, sigur TB-formaðurin.

Eftir úrslitunum í seinnu hálvu av inniverandi kappingarári at døma, metir Jóan Petur Olgarsson at tað skuldi borið til at flutt upp í bestu deildina í næsta ár. Hann kann eisini upplýsa, at hópurin til komandi kappingarár verður so at siga óbroyttur