Tá ið tað ikki eru so nógvir at taka av, kemur tað illa við, at ein av stuðulsspælarunum fellur frá, og tað rakar sjálvandi serliga meint, tá ið fleiri av berandi spælarunum ikki eru tøkir.
Veljko Vukovic vísti seg í fyrstu umførunum at vera stórur fongur hjá TB. Hann hevur verið skaddur í fleiri vikur, og tað er hann framvegis.
TB liðformaðurin Poul Ingason hevur verið framúr væl upplagdur í miðverjuni. Hann verður ikki við á heimavølli ímóti NSÍ í dag og nógvar tær næstu ferðirnar, tí undir venjing í høvuðsstaðnum í vikuni breyt hann armin. Hann verður neyvan við aftur undan summarsteðginum.
Uppgávan hjá TB venjaranum Zoran Pavlovic er at fáa sínar menn at reisa seg, eftir at teir síðsta sunnudag taptu 7-0 í Klaksvík.
Higartil hevur TB vunnið átta stig. Tey eru øll uttan eitt vunnin á heimavøllinum við Stórá í Trongisvági. Einasta heimatapið var, tá ið Víkingur fyri stórum tveimum vikum síðani fór norður aftur við 2-1 sigri.
Andrias Sørensen er burturstaddur, og Aron Sørensen er tøkur aftur eftir leikbann.
NSÍ er á fjórða plássi við 13 stigum. Bara eitt av stigunum er vunnið á útivølli – 1-1 í Gundadali ímóti HB. NSÍ hevur tapt á útivølli ímóti Skála og KÍ. Á heimavølli hevur liðið vunnið fulla úrtøku í fýra dystum.
Einasti maður á skaðalistanum er langtíðarskaddi Øssur Dalbúð.