TB leitar eftir nýggjum spælarum í Íslandi

TB lýsir eftir áhugaðum spælarum í íslendskum miðlum.

Íslendski fótbóltsportalurin fótbolti.net hevði ein forvitnisligan stubba um TB nýliga. 

 

Har verður sagt at føroyski aldursforsetin, sum jú hevur íslendaran Páll Guðlaugsson sum venjara, leitar eftir nýggjum spælarum.

 

TB hevur longu tryggjað sær uppflyting til Effo-deildina komandi kappingarár, og íslendski miðilin veit at siga, at tvørafelagið leitar eftir einum áleypara, einum miðvallarleikara, einum miðverja og einum vinstrabakki.

 

Í greinini verður víst á, at felagið hevur góðar umstøður, við heilt nýggjum leikvølli, og at rætti spælarin kann fáa eina góða avtalu við felagið.

 

So nú bíða vit øll spent at vita, hvørt nakar íslendari bítur á.