TB leigar málverja

Tað verður ein royndur málverji, sum skal verja málið hjá TB komandi dystirnar

TB boðar í dag frá, at felagið hevur leigað Meinhardt Joensen úr KÍ. Frederik Mehder, nýggjur málverji hjá TB, fekk heilaskjálvta í dystinum ímóti KÍ.

John Jacobsen vardi málið í dystinum ímóti EB/Streymi í vikuskiftinum. Hann hevur ongar royndir úr bestu deildini. Í gjár varð leigusáttmáli gjørdur við KÍ um Meinhardt Joensen, sum TB leigar til komandi tveir dystirnar.

Hetta er ikki fyrstu ferð at Meinhardt Joensen fer í TB blusuna. Hann leikti tríggjar dystir fyri TB í 2016. TB fær mikukvøldið vitjan av B36 og í komandi viku spælir TB í Sarpugerði móti Víkingi. Aldursforsetin hevur fingið eina minni góða byrjan upp á kappingarárið og hevur einki stig.