TB legði bragdliga fyri

TB hevur ætlanir um at vera við í kappingini um tvey tey ovastu plássini í 1. deild, og í dag vísti aldursforsetin á heimavølli á Sevmýri, at teir skulu takast í álvara.

Næstbesta liðið hjá AB vitjaði, og argjamenn eru á veg norður aftur við 3-0 tapi.

Fyrsta málið varð skorað dygst undan steðginum, tá ið Heini Mortensen við høvdinum umsetti hornasparksinnlegg úr høgru til mál.

Tólv minuttir eftir steðgin varð málskjúttin til 1-0 vístur av vølli fyri at hava brúkt neyðbremsuna.

Hóast TB var undirmannað, so megnaði heimaliðið at skjóta tvey mál aftrat.

Tíggju minuttir undan leikloki økti miðvallarin Joseph Bassene við langskoti, og fýra minuttir fyri leiklok staðfesti Joseph 3-0 sigurin, eftir at hann hevði sneitt fleiri mótstøðumenn av sær.