Mjølnir-TB 2-3 (13-25, 25-23, 19-25, 25-18, 8-15)
TB-kvinnurnar gera veruliga vart við seg, nú tær í gjár gjørdu bart í Klaksvík og vunnu á Mjølnir, ið annars tað mesta av kappingini hevur ligið á næstfremsta plássinum, ið gevur atgongd til FM-finalurnar. Liðini skiftust um at vinna tey fyrstu fýra settini, men í fimta og avgerandi settinum var TB avgjørdari og vann greitt.
Í dag verða so hinir dystirnir, og hóast oddaliðið SÍ er langt framman fyri tey næstu, er lítið at ivast í, at dysturin ímóti Drátti klokkan 15 fer at hava alt tað, sum ein sonn Vágaupgerð skal hava ? ikki minst, nú Dráttur tykist hava tikið seg væl fram í síðstuni. Triði kvinnudysturin verður millum botnliðini bæði klokkan 14, tá ÍF á Kambsdali tekur ímóti KÍF. Vinnur ÍF, sleppur liðið fýra stig frá unga KÍF-liðnum, sum enn einki stig hevur vunnið.
Í Eik-liguni hjá monnum er bara ein dystur um vikuskiftið, men afturfyri er talan um ein gamlan klassikara í føroyskum mansflogbólti. Hann verður klokkan 15 í Havn, tá Fleyr tekur ímóti Mjølnir. Hjá monnunum eru stigini longu býtt í helvt, og her ræður um hjá Fleyr at gera ein vørr, skal Mjølnir ikki beinanvegin stinga av frá hinum liðunum.