1. DEILD: Tá ið hálvur tími restaði, var FC Hoyvík á odda 2-0, men so tók TB sær um reiggj og vann 6-2. TB átti í dag heimavøll á grasinum í Hvalba. Mótstøðuliðið var FC Hoyvík, og gestirnir løgdu bragdliga fyri. Tá ið teir fóru at hvíla seg, var útiliðið frammanfyri 2-0, og soleiðis var støðan, inntil tað restaði ein hálvur tími.
So fekk TB hol á, og úrslitið gjørdist 6-2 til TB. Hanus Mortensen var stóri málskjúttin hjá TB. Hann skoraði tríggjar ferðir. Hini TB málini skoraðu Heini Mortensen, Tórður Mortensen og Bárður Dimon.
Hjá FC Hoyvík skoraði Bogi á Borg Eyðunsson fyrra málið, meðan tað seinna var sjálvmál.