1. deild: Bárður Dimon skoraði sigursmálið, tá ið hálvur tími var farin. Støðutalvan kundi bent á, at talan fór at verða um ikki so ógvuliga torføra uppgávu, tá ið TB seinnapartin á grasinum í Hvalba tók ímóti Víkingi.
Undan hesum umfarinum var TB á triðja plássi, meðan teir næstbestu hjá Víkingi - hóast trivaligan heimasigur ímóti EB/Streymi hósdagin - vóru á niðurflytingarplássi.
Víkingur hevur ofta fyrr í ár havt betri manning enn í dag, men tað eydnaðist gestunum rættuliga at bjóða heimaliðnum av. Kortini fingu víkingarnir einki við sær til hús aftur.
TB vann 1-0. Einsamalla málið skoraði miðvallarin Bárður Dimon, tá ið ein hálvur tími var farin.










