TB kiksaði ímóti illa sperda HB

Við sannførandi 6-0 sigri tók AB av, tá ið nýggjur møguleiki fyri uppflyting saman við FC Suðuroy var boðin argjamonnum

Kappingarárið lýður fram ímóti endanum, og tað kann ikki sigast annað, enn at tað á fleiri frontum er intensitetur í næstbestu deildini.
Eitt er, at tað meiri enn so er kom­ið fyri, at úrslitini hava lagað seg øðrvísi, enn tað kundi roknast við, og eitt annað er tað, at nú snýr seg spenningurin eisini um, um feløg­ini í høvuðsstaðnum megna at manna lið, tá ið tey skulu til Vágs at spæla.
Fyri nøkrum vikum síðani var tað HB, sum gav avboð, og í gjár var tað FC Hoyvík. Í botninum megnaði illa sperda FC Hoyvík ikki at manna lið, og harvið varð tað greitt, at FC Suðuroy næsta kapp­ingar­ár verður partur av bestu deild­ini. At sigurin varð vunnin á skriv­ara­borðinum 3-0 var ikki júst so­leiðis, sum tey í Vági og Sumba høvdu ætlað, at uppflytingin skuldi markerast.
Seinastu stóru vikuna hevur TB sitið á hinum uppflytingar­pláss­inum, og harvið hava tvey feløg úr Suðuroy havt kóst ímóti bestu deildini.
Tað er framvegis møguleiki fyri, at TB skal flyta upp, men eftir kiks­aran ímóti teimum næstbestu hjá HB sær tað ikki so gott út.
HB er í stríði fyri at varðveita plássið í deildini, og tað gjørdist júst so torført, sum tvørafólk høvdu stúrt fyri, at tað kanska fór at verða. Tað vísti seg, at særda bjørnin var ikki soleiðis at spæla við.
Tað var avgerandi, at TB mál­verjin longu í 13. minutti varð vístur av vøllinum. Verjuspælarin Aron Sørensen fór í málverjubúnan. Hóast hann stóð seg væl, og hóast Tórur Mortensen legði TB á odda, tá ið eitt lítið korter var farið av 2. hálv­leiki, so gjørdist útvísingin dýr hjá TB
HB stríddist sum úlvur á skóg, og tað eydnaðist bæði at javna og skjóta sigursmálið. Jógvan Andrias Nolsøe var skiftur inn á HB liðið í 57. minutti, og hann fekk avgerandi leiklut. Fyrst var hann uppi í, tá ið TB miðverjin, Dmitrije Jankovic var so óheppin at gera sjálvmál, tá ið tað bara restaði ein lítil løta, tá ið Jógvan Andrias Nolsøe skoraði sigurs­málið.
At HB vann á TB, gav AB ein nýggjan møguleika at sleppa upp í part at kappast um uppflytingina, og argjamenn tóku so rudduliga av. Móti EB/Streymi eydnaðist AB á heimavølli at vinna 6-0, og harvið er AB aftur á uppflytingarplássi. EB/Streymur helt tørn, inntil fyrri part­urin av 1. hálvleiki var av, men so skrædnaði.
AB og TB eru jøvn í stigum, men AB er á uppflytingarplássi, tí mál­munurin hjá teimum á Argjum er betri, enn hann er hjá TB. Mál­mun­urin hjá AB er +47, og hjá TB er hann +41. Í tveimum teimum síðstu umførunum ­skal AB spæla ímóti Víkingi (ú) og FC Hoyvík (h), og TB skal spæla ímóti NSÍ (h) og EB/Streymur (ú).
NSÍ helt við 3-1 heimasigri á 07 Vestur tørn um fjórða plássið í deildini. Øll málini vórðu skorað í 2. hálvleiki. Í oyggjauppgerðini á Skála eydnaðist tað heimaliðnum at vinna 1-0 á Víkingi. Harvið er tað mest sum avgjørt, at Skála vinnur fimta plássið og harvið ein eyka heimadyst. Skála toppskjúttin Brian Jacobsen skoraði sigursmálið miðskeiðis í 2. hálvleiki.