Fuglfirðingar eru á veg av Tvøroyri og til hús við einum stigi. Ofta verður tað mett at vera væl brúkilig úrtøka á Sevmýri, men hesa ferð er einki at siga til, um teir í ÍF eru vónbrotnir.
ÍF legði seg á odda 1-0, tá ið ein hálvur tími var farin. Málskjútti var Elvan Taser, sum sendi bóltin upp í nettakið eftir innlegg úr vinstru.
ÍF helt tørn um tepru leiðsluna í ein tíma, ella inntil vanliga leiktíðin var farin. Tá javnaði TB til 1-1. Málskjútti var Olivur Abrahamsen.
Javnleikurin ber við sær, at ÍF misti tvey stig í kappingini um tvey tey fremstu plássini, sum bera uppflyting við sær. ÍF hevur 18 stig og er nú fýra stig frá næstfremsta plássinum.
TB hevur 11 stig og er 11 stig frá næstfremsta plássinum.