TB: Ja, vit leita eftir styrki

Tað sigur Michael L. Winter, venjari hjá TB. Finskur áleypari er upp á tal

Mánadagin letur flytingarvindeygað upp í Føroyum. Tað er líkt til, at tað verða nakrar broytingar í TB í summar. Mads Raben hevur ikki verið tann málrevurin, sum tvey vónaðu í TB. Tað ljóðar, at hann ikki verður partur av hópinum í seinnu hálvu og at TB arbeiðir upp á at fáa styrk.

- Ja, vit arbeiða upp á at fáa styrk, sigur Michael L. Winter, venjari hjá TB, við Sosialin.

Tað ljóðar, at ein av spælarunum, sum TB vil hava er ein finskur áleypari við navninum Kalle Multanen. Hann er 31 ára gamal og hevur í fleiri umførum spælt við FC Haka í heimlandinum. Hann spælir í løtuni við italska Seriu D felagnum, A.S.D. Giorgione Calcio 2000.

TB boðaði i vikuni frá, at samstarvið við Ken Fagerberg er endað. 31 ára gamli sviin hevur havt tað trupult við skaðum og hevur bara verið á vøllinum í 33 minuttir í hesum kappingarárinum.

- Tvøroyrar Bóltfelag boðar við hesum frá at samstarvið við svian Ken Fagerberg sum leikara í Betri Deildini er endað. Báðir partar vóru samdir um loysnina og felagið ynskir Ken Fagerberg alt tað besta. Fagerberg hevur leikt tveir dystir við TB í ár. Í fjør var hann við í 10 dystum, skrivar tb.fo.
##med2##

Í hesum tíggju dystunum hevur tað ikki eydnast áleyparanum at skjóta nakað mál. Hann kom til føroyskan fótbólt í 2017, tá hann fór til 07 Vestur. Hann hevur fleiri ferðir víst á, at lívið í Føroyum passar honum væl og at hann trívist væl her.

Meinhard heldur fram í tvær vikur

Seinni boðaði heimasíðan eisini frá, at leigusáttmálin við málverjan hjá KÍ, Meinhardt Joensen, verður longdur við tveimum vikum.

- Hóast vit skrivaðu, at til dystin ímóti ÍF skuldi Frederik Mehder aftur í málið, so er hann framvegis darvaður av skaðanum eftir KÍ dystin, tá ein ikki serliga umhugsin KÍ’ari endar við at sparka okkara málmann beint í høvdið. Meinhardt Joensen hevur verið ein dyggur stuðul og leigan av honum er nú longd til komandi tveir dystirnar, skrivar tb.fo.

 ##med3##

TB spælir í dag móti ÍF. Dysturin byrjar klokkan 14. In.fo hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum.