TB í toppstríði í Trongisvági

NSÍ hevur seinastu tíggju árini bara vunnið einaferð á útivølli ímóti TB

Tað er toppliðið NSÍ, sum seinnapartin vitjar TB, ið er á triðja plássi. NSÍ hevur verið tríggjar ferðir á heimavølli og einaferð á útivølli. Á heimavølli hevur talan verið um sannførandi sigrar við samantalda málmuninum 14-3. Á útivølli tapti NSÍ 3-0 ímóti B36.

TB hevur verið tríggjar ferðir á útivølli og einaferð á heimavølli, tá ið úrslitið ímóti KÍ var málleysur javnleikur. Á útivølli er úrtøkan ein sigur og tveir javnleikir við samantalda málmuninum 4-2.

 

Á Tvøroyri er fótbóltslagið í toppi eftir málleysa javnleikin í Gundadali ímóti HB. Spenningurin er sera stórur, nú bíðað verður eftir toppliðnum NSÍ. Møguleikarnir hjá TB at vera við til at mynda kappingina eru fyrst og fremst treytaðir av, hvussu tað skerst á heimavøllinum við Stórá.

Páll Guðlaugsson fær sum skoðsmál á Tvøroyri, at hann er ein meistari í at seta liðið rætt, varðveita rætta taktikkin og at seta spælararnar upp at arbeiða fyri søkini. Hann heldur, at stuðulin frá áskoðarunum hevur alstóran týdning:

-Vit heita á viðhaldsfólkini at møta upp í morgin. Hetta er ein sera týdningarmikil dystur ímóti toppliðnum, og tað skal kennast, at vit eru á heimavølli, sigur Páll Guðlaugsson.

Heine Mortensen hjá TB er burturstaddur í lestrarørindum.

 

Í NSÍ er stór kapping um plássini á liðnum, og tað er positivur trupulleiki hjá venjaranum Trygva Mortensen:

-Tað er moralurin og samanhaldið, sum ber okkum, og hýrurin er góður undir venjing. Vit hava vant væl síðani 3-1 heimasigurin á ÍF, og vit gleða okkum til stóru avbjóðingina í Trongisvági, sigur Trygvi Mortensen.

Einar Tróndargjógv er burturstaddur, og Jens Joensen er tøkur aftur eftir leikbann.

 

Síðstu tíggu árini hevur besta NSÍ liðið verið fýra ferðir og vitjað TB. Úrtøkan er ein sigur (3-1 í 2012), eitt tap (2-0 í 2013) og tveir javnleikir (0-0 í 2013 og 4-4 í 2015).