Fótbóltur
Tveir dystir vórðu spældir í 1. deild um vikuskiftið.
Fríggjadagin spældu Víkingur og B68, og tann dystin vunnu víkingarnir við tveimum málum frá Finni Justinussen. Og so bilti tað minni, at Áslakur R. Petersen varð rikin av vøllinum.
Og á Sevmýri lat TB ongan iva vera eftir, tá teir høvdu vitjan av NSÍ. Runavíkingar komu suður við teimum ellivu spælarunum, sum byrjaðu inni, men fyrra hálvleik megnaðu teir tó so dánt at standa ímóti trýstinum.
Eftir steðgin gekk tó heilt galið, og so kundu áleypararnir hjá TB veruliga dusa sær í mongu málmøguleikunum, sum komu.
Um talan í ár verður um uppflyting hjá tvøramonnum, er tó enn ein ósvaraður spurningur. Komandi vikuskiftið verður ein ábending um hetta tó at síggja, tá 07 Vestur vitjar á Tvøroyri.
Fakta um 1. deild
Víkingur-B68 2-1 (1-1)
Málskjúttar: Finnur Justinussen 2/Óli Olsen
TB-NSÍ 6-0 (1-0)
Málskjúttar: Johan Eijvind R. Mouritsen 2, Olivur Abrahamsen 2, Allan Poulsen, Bárður Dimon