Í kvøld boðar TB frá, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við John Villi Wøldike Leo.
Sáttmálin er galdandi fyri 2020.
John Villi Wøldike Leo spældi ungdómsárini við FC Suðuroy, og hann varð alt meiri týdningarmikil spælari á felagsliðnum hjá Suðringum í 2018.
Í 2019 varð 22 ára gamli vágbingurin ein av berandi spælarunum á TB liðnum. Sambært faroesoccer.com var John Villi Wøldike Leo við í 26 av 27 landskappingardystum, og hann skoraði eitt mál.
Á TB heimasíðuni geva teir miðvallaranum hetta skoðsmál:
- John Villi er eyðsýndur á vøllinum. Skjótur og sterkur og tekniskt væl fyri. Í Tvøroyrar Bóltfelag eru vit sera glað fyri at hava fingið undirskriftina uppá pláss og síggja hetta sum eitt kærkomið íkast, til ein sera spennandi, ungan hóp í 2020.